Deildin á Tvøroyri 100 ár

Deildin á Tvøroyri fyllir 100 ár. Hon var tann fyrsta føroyska bankadeildin, sum lat upp uttan fyri Havnina. Nógv hendi á Tvøroyri um hetta mundið - og fleiri vilja vera við, at Tvøroyri var meira framkomið og virkið enn høvuðsstaðurin  - so tað var ikki av tilvild, at ein deild varð stovnað júst har. Í poddinum greiðir Jens Arni Leo Hammerfoss, søgufrøðingur, frá tíðini, tá ið bankadeildin á Tvøroyri varð stovnað, og hvussu samfelagið á Tvøroyri var í 1922. Eisini greiðir hann frá, hvussu bankin sum heild er broyttur hesi seinastu 100 árini. 

Om Podcasten

Læn mær eitt oyra er poddvarp hjá BankNordik. Vit viðgera, hvussu tú heldur skil á pengunum og nýtsluni, og hvussu tú tryggjar teg og tíni nærmastu fíggjarliga.